Mikudagin vísir Filmsfelagið ísraelskt-palestinska heimildarfilmin “No Other Land”. Turið Maria Jóhansdóttir, sum er aðalskrivari í Amnesty International, Føroya deild, fer at innleiða sýningina.
Hesin heimildarfilmur er samstarv millum fýra leikstjórar, sum eru palestinar og ísraelar. Teir eru Yuval Abraham, Basel Adra, Hamdan Ballal og Rachel Szor.
Tað er samstarvið millum ein ungan palestinskan aktivist á hersetta Vestara Áarbakka og ein ísraelskan journalist, sum í hesum filmi gevur okkum eitt sjáldsamt og menniskjansligt innlit í eitt stríðsmál, sum hevur staðið við í áratíggju.
Íkomna støðan ger, at hesir báðir fara at mótmæla, at øll í Masafer Yatta samfelagnum skulu vísast út við tvingsli. Masafer Yatta er tólv palestinskar búsetingar, har 2.800 fólk búgva, sunnan fyri Hebron.
“No Other Land”, sum hevur vunnið seytjan virðislønir, m.a. í Nuuk, er millum teir, ið hava fingið best ummæli í úrvalsskránni hjá Filmsfelagnum.
Metascore gevur filminum 91 stig av 100 møguligum.
“No other Land” verður sýndur í Havnar Bio mikukvøldið 27. november kl. 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald