Uppgerðin av ogn og skuld uttanlands er gjørd upp til og við 2023. Aftan á nærum tvær milliardir krónur í nettoskuld til útlandi í 2022, høvdu Føroyar aftur nettoogn uttanlands í 2023.
Nettoskuld føroyinga uttanlands var 2,5 milliardir krónur í 2022. Hetta komst serstakliga av, at fyritøkur tóku nøkur stór lán hetta árið. Í 2023 er nettoognin komin upp á 5,1 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur í nettoognini uppá 7,6 milliardir krónur, skrivar Hagstovan.
Ein orsøk til stóru broytingina er, at virði á virðisbrævaognunum uttanlands vóru lág í 2022, men hækkaðu aftur í 2023. Samstundis minkaði virðið á virðisbrævognunum hjá útlendingum í føroyskum fyritøkum.
Allir geirar hava økt um nettoogn teirra. Fíggjar- og tryggingarfyritøkurnar hava økt um nettoognina við eini knappari milliard krónum, tí ognin er vaksin, og skuldin er minkað. Vinnufyritøkurnar hava seinastu árini havt eina nettoskuld til útlandið á umleið 15 milliardir krónur í miðal. Tó nakað hægri í 2022, tí fyritøkurnar tóku nøkur stór lán hetta árið. Skuldin er tó minkað nógv aftur í 2023.
Tað almenna hevur vaksið um sínar ognir uttanlands við hálvaaðrari milliard krónum. Uttanlandsskuldin er vaksin við fjórðings milliard, sostatt er nettoognin vaksin góðar 1,2 milliardir krónur.
Meira enn helmingurin av ogn føroyinga uttanlands er í virðisbrøvum. Rentan á lánsbrøvum hevu verið lág seinastu árini, og tað sæst aftur í, at lánsbrævaognirnar eru minkarðar við nærum seks milliardum krónum frá 2020 til 2022. Lánsbrævaognirnar eru vaksnar aftur við eini góðari milliard krónum frá 2022 til 2023.
Umleið helmingurin av uttanlandaskuldini stavar frá íløgum hjá útlendingum í føroysk partabrøv. Henda skuldin er vaksin nógv øll árini fram til 2022. Tó skal sigast, at vøksturin í høvuðsheitum stavar frá virðisbroytingum og ikki fleiri útlendskum íløgum í Føroyum.
Virðið á partabrøvunum minkaði við nærum fýra milliardum krónum frá 2022 til 2023. Lániskuldin vaks upp í 7,4 milliardir krónur eftir fíggjarkreppuna. Skuldin lækkaði frá 2010 fram 2018. Ein lítil vøkstur var í skuldini frá 2018 fram til 2021, men seinastu tvey árini er skuldin vaksin úr 5,4 milliardum krónum í 9,1 milliardir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald