Føroya Politi hevur fingið fráboðanir um, at ein sokallaður BEC-Fraud teldupostur er sendur til fleiri føroyskar fyritøkur. Í teldupostinum, ið tykist koma frá leiðaranum á fyritøkuni, verða tey á føroyskum biðin um at gera eina skundflyting á 9.700 EUR til Italia.
Løgreglan mælir øllum, ið hava fingið ella fáa hendan teldupostin, til at strika hann. Hevur onkur framt hesa flyting, mugu tey alt fyri eitt venda sær til sín peningastovn.
Mælt verður samstundis øllum fyritøkum til at hava greiðar mannagongdir fyri uttanlandsflytingum, tí tað oftast er her, at teldusníkarnir lumpa fyritøkurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald