Mentan

Geir Ólafsson í Sirkus

Ókeypis konsert við íslendska sangaranum og undirhaldaranum kl. 21 í kvøld. Í Føroyum er hann best kendur fyri sína útgávu av "Jólamaðurin kemur í kvøld"

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-11-21 16:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

slendski sangarin og undirhaldarin Geir Ólafsson spælir í Sirkus í kvøld, hóskvøldið 21. november. 

Geir er ein íslendskur sangari og undirhaldari, í Føroyum best kendur fyri sína útgávu av "Jólamaðurin kemur í kvøld", ið hann spældi inn og ognaði føroyingum, eftir hjálpina, ið Føroya land veitti íslendingum í fíggjarkreppuni. 

Geir Ólafsson er tiltikin fyri sín karismatiska framførslustíl og tónleik, sum ofta blandar popp, rock, siðbundnar íslendskar sangir og enntá italskar ariur. 

Hann hevur framført um allan heimin og er kendur fyri síni stórfingnu og orkufyltu show. Hetta er ein veruligur entertainari, ið gevur minst líka nógv í pallhjáveru og framførslu, sum við røddini - og røddin er stór! 

Geir er staddur í Føroyum júst nú, har hann m.a. hevur sungið inn eina nýggja útgávu av Jólamaðurin kemur í kvøld og filmar eitt sjónbandalag.

Konsertin í Sirkus er ókeypis og eitt heilt serstakt høvi, at uppliva henda stóra íslendska entertainara live í Føroyum. 

Konsertin byrjar kl. 21.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder