Innanlands

Fólk av Eiði sóu ljós millum Stakkin og Tjørnuvík: Tyrlan boðsend

Onkur hevur í morgun gingið seg fastan í økinum, men tað er ikki ráðiligt at senda fólk út í brattlendið. Tyrlan er boðsend at hjálpa

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-11-22 08:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgun hevur løgreglan fingið fráboðan um at eiðisfólk sóu ljós í haganum millum Tjørnuvík út móti Stakkinum.

Fyri løtu síðan varð staðfest, at onkur hevur gingið seg fastan í økinum, og tyrla er boðsend.

Vaktleiðarin greiðir frá, at tað er so hált har, at tað ikki er ráðiligt at senda fólk til gongu í brattlendinum har.

Hesi, sum eftir øllum at døma eru í neyð, hava ikki boðað løgregluni frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder