Innanlands

Bókhaldarin óraði ilt

Boð komu frá stjóranum um at flyta 9700 evrur til Italia. Trupulleikin var bara, at hetta var als ikki stjórin sum hevði sent teldupostin. Løgreglan hevur fingið fleiri slíkar fráboðanir

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-11-22 10:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyritøka í Havn fór í gjár til løgregluna, tí onkur royndi at lumpa tey fyri pengar.

Ein teldupostur verður sendur á føroyskum til bókhaldið við stjóranum sum avsendara og biðið verður um at gera eina skundflyting. Hesin snýtihátturin verður róptur BEC-Fraud teldupostur.

Tíbetur fann bókhaldarin útav, at alt ikki ruggaði rætt rætt, áðrenn pengar vórðu fluttir. Talan var um omanfyri 70.000 krónur í donskum krónum.

Men hendan fyritøkan er ikki tann fyrsta, sum er út fyri slíkum. Hetta er hent fleiri ferðir síðstu dagarnar, og í onkrum føri eru pengar fluttir, men tað hevur tíbetur eydnast at steðga flytingini í bankanum.

[object Object]

Løgreglan mælir øllum, ið hava fingið ella fáa hendan teldupostin, til at strika hann. Hevur onkur framt hesa flyting, mugu tey alt fyri eitt venda sær til sín peningastovn. Føroya Politi mælir samstundis øllum fyritøkum til at hava greiðar mannagongdir fyri uttanlandsflytingum, tí tað oftast er her, at teldusníkarnir lumpa fyritøkurnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder