Innanlands

Siglingin um Suðuroyarfjørð tarnað um vikuskiftið

Strandferðslan hevur avlýst fleiri túrar hjá Smyrli leygardagin og sunnudagin, nú boðað verður frá illveðri

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-22 12:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður boðað frá rættiliga illfýsnum veðri í morgin leygardagin og sunnudagin, og tí bindur Strandferðslan um heilan fingur.

Boðað verður frá at, møguligar avlýsingar í broytingar verða leygardagin og sunnudagin.

Men tað er longu nú greitt, at siglingin hjá Smyrli verður ávirkað. Leygardagin verður siglt av Havnini klokkan 7 og klokkan 16, og av Krambatanga kl. 9:30. Tað vil siga, at túrarnir av Krambatanga klokkan 18:30 og av Havnini klokkan 21:15 verða ikki sigldir.

Sunnudagin verða túrarnir av Krambatanga klokkan 8:30 og av Havnini klokkan 11 ikki sigldir. Siglt verður av Krambatanga klokkan 17:30 og av Havnini klokkan 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder