Frumsýningin av familjusangleikinum Julius í Likkudali 2 varð í Norðurlandahúsinum fyri fullsettum sali.
Hetta er tveyarin av Julius í Lukkudali, sum fyri tveimum árum síðani eisini varð at síggja í Norðurlandahúsinum.
Talan er um nýskrivaðan sangleik og í samstarvi við Beinir Troest Joensen og Kristoffer Mørkøere eru fleiri nýggir sangir framleiddir.
Bjarki Virgarsson Trondesen, Petur Meinhard Ellebye Andersen, Andreas Samuelsen Rógvi Brekku Dam og Julius spæla leiklutirnar.
Sum nevnt varð frumsýning í kvøld, og tilsamans verða 13 sýningar fram til 1. desember. Tað er næstan útselt.
Sí myndir úr Norðurlandahúsinum:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald