Higartil í ár, eru 281 neyðhjálparfólk dripin kring heimin, og tað er methøgt, sigur ST.
Í 2023 vórðu 280 neyðhjálparfólk dripin, og í 2022 var talið 118.
Tað er m.a. kríggið í Gaza, sum er orsøkin til, at talið hevur verið so høgt seinastu tvey árini.
Síðan álopið á Ísrael 7. oktober í 2023, eru 333 neyðhjálparfólk dripin í Gazageiranum. Tey flestu eru frá ST-felagsskapinum UNRWA, sum er felagsskapur fyri palestinskar flóttar, skrivar Ritzau.
Eisini aðrastaðni í heiminum eru starvsfólk hjá hjálparfelagsskapum fyri harðskapi. M.a. í Afganistan, Sudan, Ukraina og Jemen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald