Uttanlands

Ungarn: Gera ikki eftir boðunum frá ICC

Ungarski forsætisráðharrin hevur boðið ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu til Ungarn

Viktor Orbán, forsætisráðharri í Ungarn (Mynd: EPA)

Viktor Orbán, forsætisráðharri í Ungarn (Mynd: EPA)

2024-11-23 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ungarn fer ikki at gera eftir boðunum frá ICC um at handtaka ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, sigur ungarski forsætisráðharrin Viktor Orbán, sum í staðin boðar frá, at hann hevur boðið Netanyahu á vitjan í Ingarn.

Tað var hósdagin, at ICC kom við boðunum um at handtaka ísraelska forsætisráðharran og fyrrverandi ísraelska verjumálaráðharran Yoav Gallant, sum eru undir illgruna fyri krígsbrotsverk í sambandi við kríggið í Gazageiranum.

Josep Borrell, uttanríkisstjóri í ES, hevur síðani sagt, at ES-limalond skulu virða handtøkuboðini frá ICC, men hóast Ungarn í løtuni hevur formansskapin í ES, hevur Orbán ikki ætlanir um at gera eftir boðunum frá ICC.

Avgerðin hjá ICC er skeiv, sigur Orbán, sum leggur afturat, at Netanyahu kann kenna seg tryggan í Ungarn.

Sambært ICC hava Natanyahu og Gallant framt krígsbrotsverj og brotsverk móti mannaættini við m.a. at forða veiting av mati og heilivági til sivilfólk í Gaza. Eisini vil ICC vera við, at teir báðir hava ábyrgdina fyri í minsta lagi tvey álop, sum vóru beinleiðis rættað móti sivilfólki í palestinsku økjunum.

ICC hevur eisini givið boð um, at Hamas-leiðarin Mohammed Deif, skal handtakast. Ísraelski herurin sigur annars, at Deif lat lív í einum ísraelskum álopi í Gaza í juli, men hetta er ikki váttað, skrivar Ritzau.

Mohammed Deif skal eisini hava framt krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini, m.a. í sambandi við álopið á Ísrael 7. oktober 2023.

Tað er ikki bara Ungarn, sum hevur boðað frá, at landið ikki fer at virða handtøkuboðini. Amerikanski forsetin Joe Biden hevur eisini boðað frá, at USa stuðlar Ísrael, og at boðini frá ICC eru skammilig.

Les eisini: Biden: Hetta er skammiligt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder