Innanlands

Landsverk gravar og saltar ikki í morginárini

Bíðað verður til ta ringasta av illveðrinum í nátt og í morginárini er farið framvið

- Vegna sera vánaligu veðurforsøgnirnar í morginárini, er avgjørt, at ikki senda bilar og maskinur út at grava og salta fyrr enn broddurin av illveðrinum í morginárini er farin framvið, skrivar landsverk.fo í kvøld (Mynd: landsverk.fo)

- Vegna sera vánaligu veðurforsøgnirnar í morginárini, er avgjørt, at ikki senda bilar og maskinur út at grava og salta fyrr enn broddurin av illveðrinum í morginárini er farin framvið, skrivar landsverk.fo í kvøld (Mynd: landsverk.fo)

2024-11-23 21:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er nógvur vindur í kvøld, og sagt verður frá nakað hægri vindferð og meira avfalli í nátt og út á fyrrapartin í morgin.

Hetta ger, at Landsverk ikki metir tað vera ráðiligt at fara út at gera nakað heilt tíðliga sunnudagin 24. november.

- Vegna sera vánaligu veðurforsøgnirnar í morginárini, er avgjørt, at ikki senda bilar og maskinur út at grava og salta fyrr enn broddurin av illveðrinum í morginárini er farin framvið.

Soleiðis ljóðar fráboðanin frá Landsverki fyri løtu síðani. Tað vil siga, at tað ringasta av heilt keðiliga veðrinum skal vera farið framvið, áðrenn maskinurnar fara út kring landið.

Harvið verður helst lítil ferðsla kring landið næstu nógvu tímarnar - í øllum førum millum bygdir og býir.

Landsverk boðar í kvøld frá sera nógvum vindi ymsastaðni og hálku í støðum. Sambært veðurforsøgnini so fer tað at versna um so at siga alt landið næstu tímarnar.

Sí veðrið HER

Sí eisini: Kolandi stormur í nátt

Strandferðslan hevur eisini nógvar avlýsingar - yvirlit sæst á ssl.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder