Uttanlands

Hamas: Gísli dripin í ísraelskum álopi í Gaza

Ein kvinna lat lív, og ein onnur var álvarsliga løstað í álopinum, sigur talsfólk hjá Hamas – Ísraelski herurin sigur seg enn ikki kunna vátta ella avsanna hetta

Hátíðarhald í Bangkok 7. oktober í sambandi við, at eitt ár var liðið, síðan Hamas leyp á Ísrael og tók 251 fólk til gísla (Mynd: EPA)

Hátíðarhald í Bangkok 7. oktober í sambandi við, at eitt ár var liðið, síðan Hamas leyp á Ísrael og tók 251 fólk til gísla (Mynd: EPA)

2024-11-24 11:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein ísraelskur gísli, ein kvinna hevur latið lív í einum ísraelskum álopi í norðara parti av Gazageiranum, sigur talsfólk hjá Hamas.

Ein onnur kvinna, sum eisini var tikin til gísla av Hamas, varð álvarsliga løstað í álopinum, sigur talsfólkið, Abu Obeida sambært al-Jazeera.

Meira verður ikki upplýst um, hvørjar kvinnurnar eru, ella hvussu tær vórðu ávikavíst dripnar og særdar.

Ísraelski herurin boðar frá, at málið verður kannað, eftir at Hamas hevur "almannakunngjørt myndir, sum skulu eitast at vísa ein dripnan gísla".

– Í løtuni kunnu vit hvørki vátta ella avsanna tað, verður sagt úr ísraelska herinum.

Undan fráboðanini hjá Hamas varð mett, at tíggju kvinnur vóru millum gíslarnar hjá Hamas í Gazageiranum, sum framvegis eru á lívi. Fimm teirra eru herfólk úr ísraelska herinum.

Av teimum 251 gíslunum, sum Hamas tók úr Ísrael í sambandi við álopið á Ísrael 7. oktober í fjør, eru umleið 100 framvegis í Gazageiranum, og mett hevur verið, sambært ísraelska herinum, at 34 teirra eru deyðir.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder