Innanlands

Landsverk: Ikki koyrandi á Vestmannavegnum

Landsverk heitir á bilførarar um at vísa stórt varsemi, men nú eru bilar og maskinur hjá Landsverki byrjaðar at rudda vegirnar

2024-11-24 09:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Orsakað av illveðrinum, metti Landsverk tað ikki vera ráðiligt at fara út at salta og rudda vegirnar tíðliga í morgun, men nú eru bilar og maskinur hjá Landsverki byrjaðar at rudda vegirnar.

Men tað eru framvegis sera vánalig koyrilíkindi ymsastaðni, og heitir Landsverk á bilførarar um at vísa stórt varsemi.

Landsverk boðar frá, at tað ikki er koyrandi á Vestmannavegnum í løtuni, og tað eru sera vánalig koyrilíkindir eru um Gøtueiði, á Oyndarfjarðarvegnum, á Gjáarskarði, um Sandavágsháls, á Oyggjarvegnum, um Norðadalsskarð, um Velbastasháls, á Syðradalsvegnum á Streymoynni og Brekkuni Stóru á Sandoynni.

Koyrilíkindini hjá Landsverki síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder