Á fundi í gjár varð nývalda kommunustýrið fyri Sjóvar kommunu skipað.
Á fundinum varð Hans Anders Jacobsen valdur til borgarstjóra, og Artur Johansen valdur til varaborgarstjóra. Eisini vórðu nevndirnar skipaðar.
Les eisini: Kommunustýrið í Sjóvar kommunu skipað seg
Ein, sum ongan nevndarsess hevur fingið, er Noomi Káradóttir Rasmussen, sum fekk triðflestar atkvøður á kommunuvalinum - eftir Hans Anders Jacobsen og Artur Johansen - og sum var toppskorari á Lista A við 64 persónligum atkvøðum.
Orsøkin er, at Noomi Káradóttir Rasmussen var ímóti, at fundurin í gjár var fyri afturlatnum hurðum, sigur hon í skrivligari fráboðan.
– Tað er grundleggjandi fyri opinleika og fólkaræði, at borgarar hava møguleika at vera til staðar, tá ið nývalda kommunstýrið verður skipað, sigur Noomi Káradóttir Rasmussen.
Breið semja varð annars gjørd 13. november, sum m.a. innibar, at Noomi Káradóttir Rasmussen skuldi fáa tríggjar nevndarsessir, sigur hon, men nú fær hon onga ávirkan.
– Listi B saman við tveimum kvinnum á lista A hava valt at skipa seg í valbólk og sostatt halda meg uttanfyri. Tí havi eg ongar nevndarsessir fingið í kvøld. Hetta er forkláringin uppá, at mítt navn ikki er at síggja á almennu fráboðanini frá Sjóvar kommunu, skrivaði hon m.a. í gjárkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald