2024-11-24 18:23
Fólk hjá Sev eru ávegis í Kalsoynna við aggregati at seta upp ístaðin fyri linjurnar, sum eru slitnaðar í illveðrinum, og sum ikki ber til at umvæla í verandi løtu.
Tvær linjur eru dotnar niður í illveðrinum.
Við sær í Kalsoynna hevur Sev tvey aggregat við. Annað skal brúkast til rampuna fyri at fáa bilarnar í land og tað seinna skal so setast upp fyri at veita bygdunum streym.
Hetta er ikki løtuverk, og kann taka umleið 2-3 tímar afturat, sigur Sev.
Streymslit var eisini í Kunoy, men har hava tey nú fingið streymin aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald