Mentan

Veðursjúka 2 - Uni Arge við enn einari bók

Bókin er sjálvstøðugt framhald av bókini ”Veðursjúka”, sum kom út í 2023 og fekk fleiri góð ummæli

2024-11-25 18:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sprotin hevur givið út bókina ”Veðursjúka 2”, sum Uni Arge hevur skrivað. Bókin er sjálvstøðugt framhald av bókini ”Veðursjúka”, sum kom út í 2023 og fekk fleiri góð ummæli.

Tann miðaldrandi tíðindamaðurin, sum segði frá í "Veðursjúka", roynir framvegis at skilja tilveruna og heimin.

Hann leitar aftur í barndómin, tá tilveran var virkið útilív í ódn sum í logn, og ongin fitisótt gjørdi um seg millum børn og ung. 

Hann møtir upp á tingi, har ungar tingkvinnur og eldri tingmenn keglast um veðurlagsátøk, og eygleiðir bøndur mótmæla, at ferðafólk kleyra landið niður.

Brádliga brestur ódn á, og undantaksstøða valdar í landinum. Eftir ódnina liggur so mangt í sori, hús leka í eyri og seyri, og soppur plágar mangan heila.

Hann ger av at fara suðureftir at skriva fyrsta yrkingasavnið, men har er hann um at kódna av hita og uppøstum tíðindum um skógareldar.

Tá "Veðursjúka" kom út á heysti 2023, fekk hon fleiri ummæli. Hesi vóru nøkur av orðunum, ið vórðu søgdu um bókina. Tey verða endurgivin við loyvi frá høvundunum:

Sjúrður Skaale á VP:
"Hann fer sera víða um – frá innkeypsøði á flogvøllinum umvegis átrúnað til gongd í haga – men alt er knýtt saman í ein langan tekst. Eingir kapitlar, eingir partar – bara ein long keta av hugarensli, sum er so væl spleysað saman, at skiftini ongantíð tykjast ónáttúrlig ella merkilig. Heldur ikki tá filosofiskar hugleiðingar um samfelag, menniskja, sjúku, lív og deyða eru flættaðar inn í tekstin."

Carl Jóhan Jensen á Facebook:
"Teksturin javnvigar tað persónliga...veðurlagssjúkuna...og tað almenna...veðurlagsvandan...upp á ein málsliga og framsetingarliga smidligan máta...skiftandi millum tað farna og farandi...millum vón og hisop...innlit og iva...ger seg spakuliga viðkomandi...uttan at júka...uttan at trútta. Eg havi ikki sæð "Veðursjúku" á nøkrum metsølulista hjá bókahandlunum, men har hevði hon saktans uppiborið at verið.

Danial Viðoy í Sosialinum:
Bókin er áhugaverd, viðkomandi, undirhaldandi og kann avgjørt birta kjak í einum og hvørjum heraðshorni ... Bókin hevur týðiliga hald í veruleikanum og tekur støði í tí persónliga og leitar haðani út í almennari hugleiðingar og útsagnir. Bókin hevur eisini til tíðir óhátíðarligt, skemtandi og speiskt huglag.

Gulla Øregaard á Facebook:
Bókin "Veðursjúka" eftir Una Arge, journalist og høvund, er allarhelst eitt savn av essays, sum tilsamans geva eina mynd, hvussu Uni Arge dregur saman um veðrið, um veðurlagsbroytingar, um huglagið hjá føroyingum, og hvussu veðrið hevur ávirkað føroysku fólkasálina gjøgnum dagar og ár ... Eg eri hugtikin, í fleiri førum bergtikin av hansara allýsingum um veðrið í øllum sínum brigdum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder