Innanlands

Fleiri vindskaðar í gjár

Løgreglan fekk fráboðanir sunnan úr Vági, norðan av Viðareiði og vestan úr Miðvági í lýsingini í gjáramorgunin

2024-11-26 07:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrapartin í gjár komu enn fleiri vindskaðar eftir illveðrið við nógvum vindi av landnyðringi, sum merktist harðari á summum støðum enn øðrum.

Millum hálvgun níggu og nakað yvir níggju komu tríggjar fráboðanir um vindskaðar í Vági. Í einum føri var talan um eina takblátu, ið varð loysnað, í einum øðrum var talan um eitt vindeygað, ið varð sogið úr einum húsum, og í triðja føri var talan um at ein húsaklædningur var loysnaður.

Á Viðareiði merktist eisini nógvur vindur um hetta mundið. Har varð boðað frá, at ryggásin á kirkjuni var um at fara.

Seinasta fráboðanin um vind á hesum sinni kom til løgregluna um 10-tíðina, har vindskeiðin á einum húsum stóð til at fara.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder