Mentan

Nýggj bók um Gunnar Hjelm

Bókin "Vilji er lekjandi máttur" um gitna bodybuildaran, er skrivað av Hans S. Egholm og verður løgd fram í Perluni hóskvøldið 28 november

2024-11-27 17:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Gitni bodybuildarin Gunnar Hjelm er so djarvur, at hann nú leggur lív sítt opið í eini nýggjari bók, sum verður løgd fram hóskvøldið.

Bókin "Vilji er lekjandi máttur" er bæði um dystin á ungdómsárum at royna hvør dugur var í, hvussu Gunnar fann sína hill í ítróttini, hvussu menniskjalig bakkøst vóru um at syfta hann um koll, og hvussu hann fótaði sær aftur, hóast fleiri bakkaláarar aftrat.

Hann skuldi prógva sítt og stóð aftur á palli sum 60 ára gamal í Danmark og vann silvurheiðursmerki í bodybuilding.

Bókin verður løgd fram í Perluni í Havn hóskvøldið klokkan 20. Uni Holm Johannesen fer at práta við Gunnar og Hans S. Egholm, sum hevur skrivað bókina. Eisini koma Lena og Niclas at framføra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder