Mentan

Seinasta árið við Maggies

28. september næsta ár er síðsti dagur Maggies er opið. Givist verður eftir hetta, siga Margreth og Terji, sum eiga barrina

Hjúnini Margreth og Terji (Mynd: Maggies)

Hjúnini Margreth og Terji (Mynd: Maggies)

2024-11-27 23:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit vilja fegin takka okkara viðskiftafólkum gjøgnum góð 10 ár. Somuleiðis takka vit eisini starvsfólkunum, ið hava hjálpt okkum øll árini. Eingin nevndur, eingin gloymdur.

Soleiðis siga tey bæði Margreth Jacobsen og Terji Rasmussen í fráboðan, nú tey eru farin undir síðsta árið við Maggies.

Tí 28. september 2025 verður síðsti dagur Maggies er opið.

- Tó eina serliga tøkk til Ullu og Ingu sum hava verið við síðan fyrsta dagin. Og Rói sum hevur verið so trúfastur síðan vit byrjaðu aftur. Takk fyri alt.

- Vit vilja eisini fegin takka Barbaru og Edvardi fyri at taka yvir í næstan tvey ár, tá vit vóru koyrd troytt. Vit takka eisini Hannisi og Óla Svein fyri løturnar teir høvdu opið.

- Tað eru helst nógv sum eru kedd av at vit gevast men Nólsoy var eisini til áðrenn Maggies. So man ikki maður kemur í mans stað, taka tey til.

[object Object]Maggies liggur nakað ovarliga í Nólsoyarbygd (Mynd: Martin Hummeland)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder