Uttanlands

Nýtt portur til útheimin letur upp í Nuuk í dag

Í dag fer tann reyði Airbus 330 hjá Air Greenland, kallaður Tuukkaq, á sína fyrstu ferð beinleiðis millum Kastrup og Nuuk

Nýggja 2.200 metra langa flogbreytin í floghavnini í Nuuk (Mynd: Greenald Airports)

Nýggja 2.200 metra langa flogbreytin í floghavnini í Nuuk (Mynd: Greenald Airports)

2024-11-28 07:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er stórur dagur í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk í dag, nú nýggja floghavnin í býnum er endaliga góðkend so byrjast kann við beinleiðis flogferðum millum Nuuk og útheimin.

Harvið verður ein varði í grønlendskari flogsøgu skrivaður, tí higartil hevur verið neyðugt fyrst at flúgva til tað rættiliga oydna staðið Kangerlussuaq, á donskum Søndre Strømfjord, fyri at koma víðari út í heimin, tí Kangerlussuaq hevur verið einasta altjóða floghavnin í Grønlandi.

Í dag fer tann reyði Airbus 330 hjá Air Greenland, kallaður Tuukkaq, á sína fyrstu ferð beinleiðis millum Kastrup og Nuuk og nýggju 2.200 metra longu lenidingabreytina har.

Upplatingin av nýggju altjóða floghavnini í grønlendska høvuðsstaðnum hevur verið útsett nakrar ferðir, tí tað ikki hevur lukkast at fáa endaligu trygdargóðkenningina frá danska Trafikstyrelsen.

Hátíðarhaldið í Nuuk í dag byrjar á middegi lokala tíð tá Air Greenland bjóðaar til kaffemikk í forsamlingshúsinum í Nuuk, har møguleiki verður at fylgja við tá Tuukkaq lendir klokkan 12.35 lokala tíð.

Hátíðarhaldið byrjar annars longu klokkan 9.15 danska tíð við Gate B10 í floghavnini í Kastrup við røðum og snóraklipping áðrenn ‘boardað’ verður til fyrsta túrin. Klokkan 14.30 vesturgrønlendska tíð fer flogfarið aftur úr Nuuk við kós móti Kastrup, og eisini tá verður nógv gjørt burturúr, skrivar Sermitsiaq.

Í kvøld er borðhald fyri innbodnum, og í hesum sambandi verður skipað fyri stórum fýrverki í Nuuk millum klokkan 21.30 og 21.40 lokala tíð.

Í fyrstu atløgu flýgur Air Greenland beinleiðis til Keypmannahavnar og Billund í Danmark og Keflavík í Íslandi. Ætlandi víðkar felagið við rutum til Aalborg og Iqaluit í Nunavut í Kanada í komandi ári.

Komandi summar byrjar SAS eisini beinleiðis rutu millum Keypmannahavn og Nuuk og United Airlines fer at flúgva millum Newark/New York og Nuuk, skrivar Danmarks Radio. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder