Maskinurnar eru longu farnar í gongd við at gera nýggjan veg til Grindavíkar. Fáar dagar eftir at staðfest varð, at gosopið á Reykjanesið var stilnað av, og at grýti ikki longur floymdi í økinum, varð farið at grava fyri vegi gjøgnum gløðandi og rúkandi lendið.
Seinnapartin í gjár byrjaði arbeiðið. Hetta er fjórða ferð síðan tað byrjaði at goysa í november í fjør, at gløðandi grýti frá gosopunum hevur floymt yvir norður-suður gangandi vegin til Grindavíkar.
Hesaferð verður leiðin broytt eitt sindur burtur frá núverandi vegi – hetta m.a. fyri at geva áhugaðum ferðafólkum møguleika fyri at avmynda staðið, har lava hevur lagt seg á vegin, skrivar Morgunblaðið.
Talan er um at rudda eitt strekki á 600 metrar fyri at binda vegirnar saman aftur. Væntandi fer arbeiðið at taka tvær vikur, men enn er óvist, nær vegurin verður latin upp fyri almennari ferðslu.
Grindavíkurvegur fyri einari viku síðani (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald