Mentan

Klingra á konsertferð í Føroyum

Um vikuskiftið fer bólkurin at framføra í OY, Tøting, og Listastovuni

2024-11-28 17:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið spælir bólkurin Klingra fleiri konsertir í Føroyum.

Fríggjadagin klokkan 21 fer Klingra at framføra í OY, leygardagin klokkan 20.30 verður bólkurin at hoyra í Tøting, og sunnudagin klokkan 17.30 í Listastovuni.

Limirnir í bólkinum eru úr Føroyum, Danmark, Finnlandi, Lettlandi og Noregi. Øll eru eru yrkistónlistafólk og tónleikarar við nógvum royndum frá bólkum sum Jack White, Savage Rose, Eivør, Afenginn og Teitur.

Sprottin úr botni har alt óviðkomandi er lúka burtur, skapa hesir tónleikaúrmælingar eitt egið rúm, har tey við nærlagni rannsaka hvønn krók. Tónleikurin og føroysku tekstirnir bjóða lurtarinum inn í eina estetiska verð, har tú hevur tíð at drukna.
Konsertirnar í Føroyum eru í samband við at bókin “…Dropar - frásøgur úr Føroyingahavnini” kemur út. Les meira her.

Hendan bók er nevniliga eitt úrslit av tí granskingararbeiði, sum varð gjørt tá bólkurin skapti tónleikin til frumútgavuna “…eftir”.

“…eftir”, sum vann ein FMA sum besta útgáva í 2023 í opnum bólki, er grundað á forteljingar um Føroyingahavnina í Grønlandi. Um hvussu føroyskir sjómenn fóru heimanífrá, tvørturum Norðuratlantshavið til hesa fjarskotnu fiskaríhavn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder