Yvir ein millión fólk í trimum landslutum í Vesturukraina eru í dag uttan streym, upplýsa lokal embætisfólk.
Orsøkin er eitt umfatandi russiskt álop, sum sambært russiska forsetanum, Vladimir Putin er aftursvar fyri nýtslu av vesturlendskum rakettum á russiskum øki.
Putin sigur, at Russland í nátt hevur skotið 90 rakettir og 100 dronur yvir Ukraina. Rakettirnar høvdu kós móti m.a. Kharkiv og Odesa.
523.000 fólk eru uttan streym í Lviv-landslutinum, umleið 215.000 fólk í Volyn, og yvir 280.000 í Rivne-landslutinum, upplýsa guvernørar í økinum á boðtænastuni Telegram sambært Ritzau.
Almenna ukrainska elfelagið Ukrenergo hevur eisini slitið streymveitingar í landslutunum Kyiv, Odesa, Dnipro og Donetsk fyri at spara streym og avmarka skaðarnar.
Tað er yvir 1.000 dagar, síðan kríggið í Ukraina byrjaði 24. februar 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald