Vápnahvíldin millum Israel og Hizbollah-rørsluna í Libanon, sum byrjaði náttina til mikudagin, er brotin.
Ísraelski herurin sigur, at "persónar undir illgruna" - summir í akførum - komu til fleiri øki í sunnara parti av Libanon, og síðani varð skotið móti teimum.
Sagt verður, at talan var um ávaringarskot, og var endamálið ikki at drepa nakran í akførunum.
Um hendingin fær avleiðingar fyri vápnahvíldina, er ógreitt, og upplýst verður heldur ikki, hvat persónarnir eru undir illgruna fyri, skrivar Ritzau.
Libanon leggur Ísrael undir at skjóti eftir sivilfólki, sum hava verið á veg heim umvegis markið til Suðurlibanon.
Boðað verður frá skotum frá ísraelskum stríðsvognum við markið millum londini, og keldur hava upplýst fyri Reuters, at tveir persónar eru særdir í libanesisku bygdini Markaba.
Vápnahvíldin, sum fór í gildi náttina til mikudagin klokkan tvey okkara tíð, inniber m.a., at Ísrael næstu 60 dagarnar skal taka herdeildir sínar úr Suðurlibanon, og 5.000 herfólk úr Libanon verða sett inn í økið. Eisini skal Hizbollah-rørslan taka síni fólk úr økinum sunnan fyri Litani-ánna, sum liggur umleið 30 kilometrar frá markinum til Ísrael.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald