Avstralska tjóðartingið hevur hósdagin samtykt eina nýggja lóg, sum ger tað ólógligt hjá ungum undir 16 ár at brúka sosialar miðlar.
Forboðið, sum væntast at verða sett í gildi síðst í 2025, verður tað fyrsta av sínum slag í heiminum.
Mikudagin atkvøddi ein meiriluti í avstralska undirhúsinum fyri lógaruppskotinum - 102 vóru fyri, og 13 ímóti. Hósdagin varð uppskotið góðkent av senatinum, skrivar Ritzau.
Les eisini: Borgarauppskot um at banna TikTok viðgerast í Fólkatinginum
Avstralska tjóðartingið væntar, nú uppskotið er samtykt, at tøknirisar sum Meta, sum eigur m.a. Facebook og Instagram, tekur "rímilig stig" fyri at forða avstralskum ungum undir 16 ár at hava eina kontu hjá teimum.
Eru tøknirisar ikki førir fyri hesum, kunnu teir fáa bót á upp í 49,5 milliónir avstralskar dollarar, sum svarar til nærum 300 milliónir krónur.
Fleiri tøknirisar hava funnist at lógaruppskotinum, sum teir hava kallað "ógreitt", "ómuhugsað" og "torskilt".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald