15. apríl 2019 kyknaði eldur í heimskendu dómkirkjuna Notre Dame í París, og í komandi viku letur hon uppaftur fyri vitjandi.
Umvælingarnar hava kostað nærum 700 milliónir evrur - 5,2 milliardir krónur, og hundraðtals handverkarar og serfrøðingar hava tikið lut í arbeiðnum at umvæla heimskendu dómkirkjuna.
Notre Dame (Mynd: EPA)
Eldurin kyknaði, sum áður nevnt, í dómkirkjuni 15. apríl 2019, og varð hann sløktur dagin eftir. Hildið verður, at orsøkin til eldin var skammlop ella glóð frá sigarettini hjá einum av arbeiðsfólkunum, sum vóru í ferð við at umvæla bygningin.
846 milliónir evrur vórðu savnaðar inn til umvælingararbeiðið. Stuðul kom úr 150 londum.
Notre Dame varð bygd í árunum 1163 - 1345, og er uml. 130 metrar lang, 48 metrar breið og 35 metrar høg við tveimum tornum, sum eru uml. 68 metrar høg.
Dómkirkjan letur uppaftur leygardagin 7. desember, og fer væntandi at draga 14 til 15 milliónir ferðafólk at sær um árið, skrivar Ritzau.
Soleiðis sær út inni í Notre Dame:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald