Uttanlands

Svøríki umhugsar at leiga fongsulspláss í Estlandi

Tað er plásstrot í svensku fongslunum, men í estiskum fongslum er ríkiligt av plássi

Svenski løgmálaráðharrin, Gunnar Strömmer (Mynd: EPA)

Svenski løgmálaráðharrin, Gunnar Strömmer (Mynd: EPA)

2024-11-30 13:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er plásstrot í svensku fongslunum, og tí verður umhugsað at leiga fongsulspláss í Estlandi, har umleið helvtin av fongsulsplássunum eru tóm, skrivar Sveriges Radio.

Svenski løgmálaráðharrin, Gunnar Strömmer, vitjaði fríggjadagin í estiska høvuðsstaðnum Tallinn fyri at umrøða málið við Liisa Pakosta, sum er løgmálaráðharri í Estlandi.

Í frágreiðing frá svensku kriminalforsorgini frá desember 2023, framgongur, Kriminalforsorgin skal hava tilsamans 27.000 fongsulspláss í 2033. Í dag eru 9.000.

Fyrr í ár kom Pakosta við uppskotinum um at leiga út tómar fongsulsklivar í Estlandi. Mett verður, at ein slík skipan hevði givið landinum 30 milliónir evrur, sum svarar til umleið 223 milliónir krónur, skrivar Ritzau.

M.a. Stórabretland og Niðurlond hava eisini víst áhuga fyri at leiga fongsulspláss í Estlandi. Men estiskir myndugleikar vilja helst leiga fongsulspláss til Nato-limalond, og fangavørðar skulu framvegis vera estiskir.

Tað er ikki besti mátin at marknaðarføra Estland, ásannar Pakosta, men tað er ein góður møguleiki sum ferðafólk at koma til eitt land sum Estland, sum hevur so lágan kriminalitet.

Eisini í Danmark er plásstrot, og tí hevur Danmark gjørt eina avtalu við Kosovo um at senda 300 fangar til Kosovo í 2026. Sum liður í avtaluni skulu 20 til 25 fangavørðar á eftirútbúgving í Danmark næsta ár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder