2024-11-30 12:30
Stutt fyri klokkan tvey í nátt varð boðað frá, at ein bilur hevði koyrt á tvey neyt nær við rundkoyringina í Miðvági.
Eitt neyt fekk so stóran skaða, at løgreglan mátti avlíva tað á staðnum. Hitt neytið hevði fingið skaða í beinið, og tað tekur eigarin sær av, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Bilførarin koyrdi við lágari ferð og fekk ongan skaða, men heitt varð á hann um at lata seg kanna av lækna. Bilurin fekk hinvegin stóran skaða, og kundi hann ikki koyra av staðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald