Innanlands

Løgreglan: Rýmið ikki undan ferðsluóhappum

Tvær ferðir seinasta samdøgrið hevur løgreglan fingið fráboðanir um bilførarar, sum eru rýmdir undan ferðsluóhappum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-30 14:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er umráðandi, at bilførarar boða frá, tá teir bera við aðrar bilar, so málið kann avgreiðast við tryggingina, minnir løgreglan á.

Tað er ikki óhoyrt, at bilførarar rýma undan ábyrgd eftir eitt ferðsluóhapp, og seinasta samdøgrið hava verið tvær hendingar, har ein bilførari er rýmdur undan einum ferðsluóhappi.

Stutt fyri klokkan 18 í gjár fekk løgreglan eina fráboðan frá einum bilførara, sum segði, at bilur hansara varð blivin árendur av einum hvítum jeepi ella líknandi bili á parkeringsøkinum við SMS. 

Tað er ikki vist, at bilførararin varnaðist óhappið, men løgreglan vil fegin hoyra frá eigaranum

Í morgun klokkan 6.30 varð boðað frá einum óhappi við rundkoyringina við Mylnuni í Berjabrekku í Havn. Viðkomandi, sum boðaði frá hevði bert hoyrt men ikki sæð óhappið.

Tá løgreglan kom á staðið kundi staðfestast, at ein bilur hevði koyrt á grasinum og hevði rent á eitt skelti og ein lyktapela, áðrenn hann koyrdi av staðnum uttan at boða frá.

Løgreglan fann onkrar lutir frá bilinum á staðnum og kann útfrá teimum staðfesta, at talan er um silvurgráan bil ella vørubil.

Um nakar hevur sæð ella hoyrt nakað, vil løgreglan fegin frætta frá teimum. Eisini vil løgreglan fegin hoyra frá eigaranum av bilinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder