Innanlands

Wenzel økt um eigaraskaran

Gunnar Nielsen og Martin Skúvadal keypt seg inn í bilasøluna

Rúni Djurhuus, Gunnar Nielsen og Martin Skúvadal (Mynd: Wenzel)

Rúni Djurhuus, Gunnar Nielsen og Martin Skúvadal (Mynd: Wenzel)

2024-12-01 09:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eigaraskarin hjá Wenzel er blivin størri. Gunnar Nielsen og Martin Skúvadal hava keypt seg inn í fyritøkuna.

Gunnar Nielsen arbeiðir sum søluleiðari í deildini í Stiðjagøtu og Martin Skúvadal er fíggjarstjóri.

Teir báðir koma afturat verandi eigaraskara, har Rúni Djurhuus eigur størsta partin.

Tað var um ársskiftið 2018/2019, at Rúni Djurhuus saman við øðrum keypti P/F Wenzel frá Gunnari Justinussen.

[object Object](Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder