Innanlands

Skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring

Bilførarin, sum rendi á eitt skelti og ein lyktapela í Havn leygarmorgunin, er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-12-01 09:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarmorgunin varð boðað frá einum ferðsluóhappi við rundkoyringina við Mylnuni í Berjabrekku í Havn, har ein bilur hevði rent á eitt skelti og ein lyktapela uttan at boða frá.

Løgreglan fann lutir av bilinum á staðnum og kundi útfrá hesum staðfesta, at talan var um ein silvurgráan bil.

Løgreglan sóknaðist í hesum sambandi eftir bilføraranum, sum hevði rent á, og nú er ein persónur skuldsettur í málinum. Viðkomandi er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Fólk, sum høvdu tilknýti til bilin, settu seg í samband við løgregluna, og um middagsleitið varð bilførarin funnin og skuldsettur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Í sambandi við einum ferðsluóhappi er tað soleiðis, at verður tú funnin rúsaður innan seks tímar eftir eitt óhapp, verður tað tann promillan, sum tú verður tikin við, sum er galdandi.

Hesin bilførarin var tó ikki tann einasti, sum er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður seinasta samdøgrið. Beint fyri midnátt varð ein bilførari á Tvøroyri tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka, og beint fyri klokkan tvey í nátt varð ein bilførari í Havn eisini tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.

Dagførd kl. 13.06

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder