Uttanlands

Hjálparfelagsskapur niðurlagt arbeiðið í Gaza

Trý starvsfólk hjá felagsskapinum World Central Kitchen vórðu dripin í einum ísraelskum loftálopi í Khan Younis í gjár

Starvsfólkini hjá World Central Kitchen vóru í einum bili, sum varð raktur av einum ísraelskum loftálopi (Mynd: EPA)

Starvsfólkini hjá World Central Kitchen vóru í einum bili, sum varð raktur av einum ísraelskum loftálopi (Mynd: EPA)

2024-12-01 12:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski hjálparfelagsskapurin World Central Kitchen (WCK) hevur tikið avgerð um fyribils at niðurleggja arbeiði sítt í Gaza, eftir at trý starvsfólk hjá felagsskapinum vórðu dripin í einum ísraelskum álopi.

Starvsfólkini vóru í einum bili, sum varð raktur av einum ísraelskum loftálopi í Khan Younis.

Eitt starvsfólk hjá felagsskapinum Red Barnet varð eisini dripin í einum álopi í Gazageiranum, boðar felagsskapurin frá. Talan var um ein palestinskan mann, sum varð dripin í Khan Younis leygardagin.

Ísraelski herurin hevur váttað, at eitt palestinskt starvsfólk hjá WCK hevur latið lív í einum álopi.

Sambært herinum var talan um eitt "yvirgangsfólk" sum hevði luttikið í álopinum hjá Hamas á Ísrael 7. oktober í fjør. WCK sigur seg tó ikki vita nakað um, at nakar av starvsfólkunum, sum lótu lív í álopinum, høvdu samband við álopið hjá Hamas.

Sambært talsfólki hjá felagsskapinum var bilurin týðiliga merktur við búmerkinum hjá WCK. Ísraelski herurin sigur hinvegin, at einki búmerki var á bilinum, og at hann koyrdi á einari leið, sum ikki var ætlað til flutning av neyðhjálp.

Í minsta lagi 337 starvsfólk hjá ST og hjálaprfelagsskapum hava latið lív í Gazageiranum síðan oktober 2023.

Í apríl vórðu sjey starvsfólk hjá WCK dripin í einum øðrum ísraelskum álopi, og tað fekk eisini felagsskapin at niðurleggja arbeiðið í nakrar vikur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder