2024-12-01 12:21
Í skjótt 30 ár hava føroyingar hitst til føroyska jólagudstænastu í Oslo, og seinnapartin í dag verður árliga føroyska jólagudstænastan aftur á skránni.
Gudstænastan, sum felagið Norsk-færøysk lag skipar fyri, verður klokkan 17 í ensku kirkjuni, St Edmund's Church í Møllgata 30 í Oslo.
Samuel Jacob Joensen heldur jólatalu, og Jákup Thomsen spælir orgul. Kirkjukaffi verður í kirkjukjallaranum eftir gudstænastuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald