Uttanlands

44 milliónir krónur fyri eina banan

Stovnarin av kryptogjaldoyranum Tron, Justin Sun keypti herfyri umstrídda listaverkið "Comedian" á uppboðssølu fyri 6,2 milliónir dollarar

(Mynd: Getty Images)

(Mynd: Getty Images)

2024-12-01 21:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stovnarin av kryptogjaldoyranum Tron, 34 ára gamli Justin Sun úr Kina, keypti í farnu viku listaverkið "Comedian" á uppboðssølu hjá Sotheby's í New York.

Verkið, sum er ein banan, sum er klistrað á ein vegg við gaffatape, varð selt fyri 6,2 milliónir dollarar, sum svarar til 43,8 milliónir krónur, skrivar Ritzau.

"Comedian" eftir italska listamanninum Maurizio Cattelan varð sýnt fram fyrstu ferð í Art Basel í amerikanska býnum Miami í 2019, og tá skapti tað stórt kjak um, hvat kann kallast list og ikki.

Sum kunnugt halda bananir sær ikki serliga leingi, og tí fylgdi eisini ein vegleiðing við um, hvussu bananin kann skiftast út, helst 7. til 10. hvønn dag.

Sun var ein av sjey persónum, sum bjóðaðu uppá verkið, og fríggjadagin át hann tað á tíðindafundi í Hong Kong.

Tað var tó ikki upprunabananin, sum hann át men eina, sum hann keypti í Hong Kong til endamálið.

– Hon er nógv betri enn aðrar bananir. Hon er rættiliga góð, segði Sun, sum heldur, at hetta kann skapa kjak og gerast søguligt.

Tríggjar útgávur vórðu gjørdar av "Comedian". Tvær vórðu seldar fyri 120.000 dollarar í 2019, meðan tann triðja varð seld fyri eina hægri upphædd (sum ikki varð almannakunngjørd) og latin Guggenheim savninum í New York.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder