Innanlands

Koyrdi 143 km/t í Norðoyatunnlinum – missir koyrikortið

Løgreglan var úti við lasaramátaranum í nátt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-03-28 06:54 Author image
Ingi Samuelsen

Ferðsluløgreglan var í nátt úti við lasaranum og gjørdi ferðkanningar í Norðoyatunnlinum.

Tríggir bilar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Tann, ið koyrdi skjótast, varð máldur til at koyra við eini ferð á 143 kilometrar um tíman. Bilførarin missir rættin at føra bil treytaleyst í eina tíð.

Hinir bilarnir, ið vórðufangaðir, koyrdu 107 og 108 kilometrar um tíman. Hesir bilførararnir fáa klipp í koyrikortið. 

placeholder
placeholder