Samfylkingin gjørdist størsti flokkur altingsvalinum í Íslandi í gjár.
Tað er greitt nú allar atkvøðurnar eru taldar, skrivar íslendska kringvarpið RÚV.
Við 20,8 prosent av atkvøðunum fær flokkurin 15 av 63 sessum í Altinginum, níggju fleiri enn á seinasta vali.
Sjálfstæðisflokkurin gjørdist næststørsti flokkur við 19,4 prosent av atkvøðunum. Tað gevur flokkinum 14 tingsessir, tveir færri enn á seinasta vali.
Triðstørsti flokkur var Viðreisn við 15,8 prosent av atkvøðunum. Tað gevur 11 tingsessir, seks fleiri enn á seinasta vali.
Tað var 13. oktober, at íslendski forsætisráðharrin, Bjarni Benediktsson, boðaði frá, at samgongan millum Sjálfstæðisflokkin, Framsóknarflokkin og Vinstrihreyfingin – grænt framboð, eisini nevnt tey vinstra grønu, var slitnað.
Flokkarnir høvdu verið í stjórn saman síðan 2017, men ósemja um m.a. tilflytarar og orkupolitikk endaðu samstarvið.
Framsóknarflokkurin og tey vinstra grønu fingu ávikavist 7,8 og 2,3 prosent av atkvøðunum. Framsóknarflokkurin fær fimm tingsessir og missir átta, meðan Vinstri græn missir øll síni átta umboð í Altinginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald