Uttanlands

Avgerð um Watson verður tikin innan 14 dagar

Danska løgmálaráðið fer skjótt at taka støðu til, um umhvørvisstríðsmaðurin skal útflýggjast til Japan

(Savnsmynd: Sermitsiaq)

(Savnsmynd: Sermitsiaq)

2024-12-01 16:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danska løgmálaráðið fer væntandi skjótt at taka avgerð um, hvørt umhvørvisstríðsmaðurin Paul Watson skal útflýggjast til Japan.

Tað verður innan 14 dagar, hevur løgmálaráðið upplýst fyri Julie Stage, sum er sakførari hjá Watson, skrivar Ritzau.

Watson hevur verið varðhaldsfongslaður í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk, síðan hann varð handtikin 21. juli. Orsøkin eru altjóða handtøkuboð frá Japan, sum ynskir at rættarsøkja hann fyri brotsverk, sum vórðu framd í 2010.

Paul Watson noktar seg sekan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder