Fyrrverandi verjumálaráðharrin í Ísrael, Moshe Ya'alon, leggur ísraelsku stjórnina undir at fremja krígsbrotsverj etniska útreinsan í Gazageiranum.
Ya'alon var verjumálaráðharri frá 2013, til hann fór frá í mai 2016 sum mótmæli móti politisku kósina hjá ísraelska forsætisráðharranum Benjamin Netanyahu.
Hann sigur við ísraelskar miðlar, at limir í stjórnarráðnum hjá Netanyahu ynskja at reka palestinar úr norðara parti av Gaza og endurstovna jødiskar búsetingar í økinum.
Flokkurin Likud, sum Netanyahu er formaður í, sigur, at Moshe Ya'alon spjaðir lygnir, og Gideon Sa'ar, uttanríkismálaráðharri í Ísrael sigur, at ákærurnar hjá Ya'alon móti stjórnini eru ógrundaðar.
– Alt, sum Ísrael ger, samsvarar við altjóða lóg, og tað er spell, at fyrrverandi ráðharrin Ya'alon ikki viðurkennur tann skaða, hann hevur gjørt, og tekur útsøgnir sínar aftur, sigur Sa'ar sambært Reuters.
Í november avgjørdi Altjóða Revisdómstólurin (ICC), at geva boð um at handtaka Netanyahu og Yaov Gallant, sum var ísraelskur verjumálaráðharri frá 2022 til 2024. Orsøkin til handtøkuboðini var illgrunin um, at Ísrael hevur framt krígsbrotsverj í palestinskum økjum. ICC heldur, at Netanyahu og Gallant tilvitað hava forðað sivilfólki í Gaza í at fáa atgongd til mat, vatn, heilivág og aðra neyðhjálp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald