Uttanlands

Joe Biden náðar sonin, Hunter Biden

54 ára gamli Hunter Biden varð fyrr í ár funnin sekur í einum máli um skattasvik og brot á vápnalógina – Talan er um eina órættvísa rættarsókn, sigur Biden

Amerikanski forsetin, Joe Biden og sonur hansara, Hunter Biden avmyndaðir eftir ein tíðindafund í Hvítu Húsunum í juli (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Joe Biden og sonur hansara, Hunter Biden avmyndaðir eftir ein tíðindafund í Hvítu Húsunum í juli (Mynd: EPA)

2024-12-02 09:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Joe Biden hevur fleiri ferðir sagt, at hann ikki fór at náða son sín, Hunter Biden, men í nátt okkara tíð hevur hann gjørt júst hetta.

Tað boðar Biden frá í skrivi frá Hvítu Húsunum.

54 ára gamli Hunter Biden varð í september funnin sekur í einum máli um skattasvik og í juni varð hann eisini funnin sekur í broti á vápnalógina.

Hunter Biden hevur játtað seg sekan í skattamálinum, men í málinum um brot á vápnalógina, noktar hann seg sekan í øllum ákærum.

Sambært Biden er talan um eina órættvísa rættarsókn, og tí hevur hann tikið avgerð um at náða Hunter Biden, skrivar Ritzau.

– Frá tí degi eg tók við (sum forseti, red.) segði eg, at eg vildi ikki leggja meg uppí avgerðirnar hjá løgmálaráðnum. Eg havi hildið orð, sigur Biden.

– Eingin skilagóður persónur, sum sær umstøðurnar kring málini hjá Hunter, kann koma fram til nakra aðra niðurstøðu, enn at Hunter varð útvaldur, tí hann er sonur mín, og tað er skeivt, sigur amerikanski forsetin.

Revsingin í skattamálinum skuldi eftir ætlan ásetast 16. desember. Har var Hunter Biden dømdur fyri ikki at hava goldið skatt í árunum 2016 til 2019. Talan er um svik fyri 1,4 milliónir dollarar - svarandi til 9,9 milliónir krónur. Hann stóð til at fáa upp í 17 ára fongsul.

Í hinum málinum er Hunter Biden funnin sekur í m.a. at hava logið um rúsevnismisnýtslu, tá hann keypti eitt skotvápn í 2018. Tað er ólógligt at fjala slíkar upplýsingar í sambandi við keyp av vápnum. Hetta kundi hann fáa upp í 25 ára fongsul fyri.

Um undir tveir mánaðir fer Biden úr Hvítu Húsunum. Nýggi forsetin, Donald Trump verður tikin í eið 20. januar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder