Faroese Music Awards (FMA) er tiltak, har bestu avrikini innan føroyskan tónleik verða heiðrað, og virðislønir verða latnar. Tiltakið umfatar beinleiðis tónleikaframførslur og verður sent í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, og leygarkvøldið 22. mars 2025 verður FMA aftur á skránni, boðar Tónleikasamband Føroya frá.
Hetta er triðju ferð, at Tónleikasamband Føroya samskipar FMA saman við Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsinum.
– Tað gleðir Tónleikasamband Føroya at vera ein partur av FMA og vit vilja gera okkara besta fyri, at tiltakið kann umboða alt føroyska tónleikaumhvørvið á dyggasta hátt, skrivar Tónleikasamband Føroya í tíðindaskrivi.
Hesa ferð verður FMA heilt serligt. Fyri fyrstu ferð verður nevniliga farið út um Havnina og til Klaksvíkar, har stásliga nýggja mentanarhúsið Varpið verður karmur um árligu virðislønarhandanirnar og mongu tónleikaframførslurnar. Til ber eisini at fylgja við í sjónvarpinum.
Spæl Føroyskt verður næsta ár vikuna 22. februar til 1. mars og hesa ferð sostatt ikki vikuna undan FMA.
Atgongumerkjasølan til FMA er byrjað, og til ber at keypa atgongumerki á atgongumerki.fo. Eisini ber til at keypa sær pláss á FMA BUSSINUM sum fer at koyra úr Havn, til Klaksvík og aftur til Havnar (við nøkrum stoppum á vegnum) eftir after-party í Varpinum.
Tónleikaframførslurnar á FMA verða kunngjørdar næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald