Í dag vitjar týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv, har hann m.a. skal hitta ukrainska forsetan Volodymyr Zelenskyj.
Í sambandi við vitjanina hevur hann boðað frá, at Týskland fer at lata ukrainum fleiri vápn fyri 650 milliónir evrur - 4,6 milliardir krónur, skrivar Ritzau.
Eisini sigur hann, at Týskland framhaldandi fer at vera sterkasti stuðul hjá Ukraina í Evropa.
– Eg vil gera tað heilt greitt, at Týskland framhaldandi verður sterkasti stuðul hjá Ukraina í Evropa. Ukraina kann líta á Týskland. Vit siga, havt vit gera, og vit gera tað, sum vit siga, segði Scholz, sum kom við toki til ukrainska høvuðsstaðin í morgun.
Tað er hálvtriðja ár síðan, at Scholz seinast vitjaði í Ukraina. Hann var í Ukraina í februar 2022 - stutt undan russisku innrásini, og fýra mánaðir seinni vitjaði hann aftur í Ukraina, hesa ferð saman við franska forsetanum, Emmanuel Macron og táverandi italska forsætisráðharranum, Mario Draghi.
Síðan kríggið í Ukraina byrjaði 24. februar 2022, hevur Týskland veitt ella lovað at veita Ukrainum vápn og hernaðarútgerð fyri tilsamans 28 milliardir evrur - 198 milliardir krónur. Tað er íroknað tær 650 milliónirnar, sum Scholz hevur boðað frá í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald