Mentan

Útgávukonsert við Simonu Paulu í Stranda bio

Til konsertina í heimbygdina kemur hon við fullmannaðum bólki at framføra sangirnir á útgávuni “Spegil”

2024-12-02 18:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú fríggjakvøldið kl. 19 hevur Simona Paula útgávukonsert í Stranda bio í bygdahúsinum á Strondum.

Simona Paula (á Fríðriksmørk) hevur givið út fleiri stakløg síðani í summar. Vit kenna longu sangirnar “Fylg mær heim”, “Lati akker falla”, “Vit vita ikki, hví tað er” og “Sjóborgin”, og herfyri vórðu hesir sangir, saman við fleiri øðrum, útgivnir á bæði fløgu og plátu undir heitinum “Spegil”.

Simona Paula hevur havt fleiri konsertir runt um í Føroyum, men til konsertina á Strondum kemur hon fyrstu ferð við fullmannaðum bólki at framføra øll nýggju løgini á nýggju plátuni.

Tekstirnir til løgini hjá Simonu Paulu eru sterkir, og til konsertina fer Simona millum sangirnar at greiða upprunanum til teir ymisku tekstirnar.

“Spegil” hyggur onkursvegna eftir lívslinjuni hjá Simonu Paulu, bæði við støði í hendingum, men eisini, hvussu hon hevur ment seg gjøgnum tíðina. Summir sangir eru grundaðir á ávís tíðarskeið ella persónar, og teirra leikluti í hennara lívi. Aðrir eru grundaðir á eina irrititatión um okkurt, sum hevur at gera við samfelagið, normar o.s.fr. Næstan hvørja ferð hevur hon kunnað vent hesum og hugt inneftir at sínum egna leikluti í hesum umstøðum.

Hóast tekstirnir snúgva seg um ymisk viðuskifti, eru teir allir reflekterandi og grava niður í djúpar og sterkar kenslur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder