Sámal Toftenes er leirvíkingur, ið hevur teknað og mála alt sítt lív. 14 ára gamal gekk hann ein vetur til teknifrálæru hjá hinum tiltikna leirvíksmálararum Jóhannesi Christiansen.
Eins og hjá eldra leirvíksmálaranum, eru myndirnar hjá Sámali natúralistiskar. Hann dylur heldur ikki fyri, at hann var hugtikin av Jóhannesi og hansara list.
Sámal luttók á síni fyrstu framsýning í 1989, hetta var árliga framsýningin hjá Lions Eysturoy, síðan hevur hann luttikið á eitt nú ólavsøkuframsýningum, várframsýningum í Smiðjuni í Lítluvík, í Føroyahúsinum í Keypmannahavn og í Hjørring.
Nú sleppa vit á fyrsta sinni at uppliva Sámal Toftenes í Gallarí Havnará.
Fernisering er fríggjadagin 6. desember kl. 16 til 18 har Bárður á Lakjuni eisini fer at syngja nøkur løg. Framsýningin er opin frá 16 til 18 allar dagar fram til 12. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald