Uttanlands

Trump vitjar Notre Dame í Paris

Nýumvælda dómkirkjan letur uppaftur fyri almenninginum um vikuskiftið

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2024-12-03 08:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, verður til staðar, tá víðakenda dómkirkjan í Paris, Notre Dame, um vikuskiftið verður tikin í brúk aftur eftir ógvusliga eldsbrunan í 2019.

Tað skrivar Trump á uppslagi á sosiala miðlinum Truth Social.

- Emmanuel Macron forseti hevur gjørt eitt fantastiskt arbeiði fyri at tryggja, at Notre Dame er umvæld í fullum líki – og enntá meira enn tað. Tað verður ein serligur dagur fyri okkum øll, skrivar Trump millum annað.

Emmanuel Macron forseti vísti herfyri dómkirkjuna fram fyri tíðindafólkum. Sí myndir her.

Umvælingin av eyðkendu kirkjuni hevur fingið stuðul úr øllum heiminum, og yvir 340.000 ymisk fólk og felagsskapir hava latið yvir 840 milliónir evtur – yvir 6 milliardir krónur – til endamálið, skrivar AFP-tíðindastovan. 

[object Object](Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder