Uttanlands

Kaðalbrotini í Finnlandi vóru neyvan sabotasja

Helst var bert talan um vanligar skaðar í sambandi við graviarbeiði

2024-12-03 12:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Finska løgreglan er ikki farin í gongd við eina kanning av møguligum brotsverki í sambandi við brek á tveimum samskiftiskaðalum millum Finnland og Svøríki í dag.

Tað sigur finska løgreglan sambært svensku TT tíðindastovuni.

Svenski ráðharrin fyri borgaraverju segði fyrr í dag, at finska løgreglan hevur illgruna um, at yvirgangur var orsøk til kaðalbrekið.

- Vit taka málið ístørsta álvara. Finsk løgregla kannar, hvat kann vera hent og út frá hesum er illgruni um sabotasju, segði Carl-Oskar Brohlin, ráðharri fyri borgaraverju í eini viðmerking til TT.

Kaðalslitið hendi uppi á landi hesaferð, og ikki á botninum á Eystrasalti, har brekini herfyri hendu.

Sambært TT eru kaðalbrekini staðfest á tveimum ymiskum støðum nærhendis finska høvuðsstaðin, Helsingfors.

GlobalConnect, sum eigur kaðalin, staðfesti brotini seinnapartin í gjár.

Felagið hevur í nátt roynt at bøtt um annan skaðin, og fyrrpartin í dag varð farið at kanna hin.

Men nú ljóða boðini frá felagnum, at brotini á kaðalarnar eftir øllum at døma eru “vanligir skaðar í sambandi við graviarbeiði”.

Tey flestu at teimum, sum mistu netsambandið hava fingið tað aftur. Nakrir kundar eru eftir, men teir trupulleikarnir verða loystir í dag, segði eitt umboð fyri GlobalConnect við TT.

Í farna mánaði varð staðfest brot á teimum øðrum samskiftiskaðalum. Tá var talan um káplar, sum vórðu lagdir í Eystrasalt. Løgreglan í Finnlandi og Svøríki hevur illgruna um, at talan var um sabotasju í báðum førum, skrivar Ritzau.

Skaðarnir hendru 17. november. Annar kaðalin gekk úr Svøríki til Litava og hin millum Finnland og Týskland. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder