Fríggjadagin 29. november var ein serligur dagur hjá Vágs Kommunu, tá Jón Vilhelm hevði sín seinasta arbeiðsdag.
Eftir 29 ár í starvið hjá Vágs Kommunu er Jón, sum er kendur fyri sítt fryntliga lyndi og arbeiðssemi, farin frá fyri aldur. Arbeiðsmaðurin úr Neslíð hevur sett eitt týðiligt fingramerki á grønu økini í kommununi. Í nógv ár hevur Jón verið ein virkin partur av arbeiðstoyminum, har hann hevur staðið fyri at laga garðar, viðlíkahildi og snøggað um grønum økjum kring bygdina. Hetta hevur ikki einans glett vágbingar, men eisini tey, sum hava vitjað kommununa, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald