Týsdagin luttók Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum á uttanríkisráðharrafundi í NATO-høvuðssætinum í Brússel.
Somu uttanríkisráðharrar og umboð fyri londini hittust í Iqaluit í Kanada í september, meðan verjumálaráðharrarnir umboðandi londini á norðurleiðum somuleiðis hittust í NATO-høvuðssætinum í oktober. Týsdagin luttóku uttanríkisráðharrarnir, Anthony Blinken, úr USA, Mélanie Joly, úr Kanada, Espen Barth Eide, úr Noreg, Thórdis Kolbrún Reykfjørð Gylfadóttir, úr Íslandi, og Maria Malmer Stenergard, úr Svøríki, meðan Danmark, Grønland og Finnland vóru umboðað á embætisstigi.
Á fundinum vórðu raðfestingar hjá londunum á uttanríkispolitiska økinum umrødd, serliga við denti á trygd í norðurhøvum. Landsstýrismaðurin vísti á týdningin av samskipan í sambandi við millum annað nettrygd, vernd av samfelagstýðandi undirstøðukervi, umframt samstarvi millum myndugleikar í londunum í sambandi við venjingar í NATO-høpi.
– Hóast heimsstøðan, ið hevur elvt til tørvin á hesum økta samstarvi, er døpur, gevur hetta eisini møguleikar fyri samstørvum, ið styrkja evnini hjá Føroyum at taka lut í trygdarpolitikki beinleiðis og at røkja felags áhugamál við Norðurlond, USA og Kanada. Tað er umráðandi, at vit á fundum sum hesum kunnu umrøða og samskipa átøk á millum annað nettrygdarøkinum og í sambandi við samfelagstýðandi undirstøðukervi, umframt, at vit áhaldandi virka fyri styrktum myndugleikasamstarvi landanna millum í sambandi við NATO-venjingar og økta virksemið í Norðuratlantshavi og Arktis, sigur landsstýrismaðurin.
Týsdain helt landsstýrismaðurin eisini røðu um trygd og verju í Arktis á tiltakinum Arctic Futures Symposium, ið verður hildið á hvøjum ári í Brússel.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald