Aftur í ár skipaði Nám fyri stuttfilmskapping fyri næmingum á hádeild og miðnámi, og týskvøldið varð avdúkað í Havnar Bio, at næmingarnir í Miðakunnleika B á Kambsdali høvdu vunnið kappingina.
Kappingarevnið í ár var sætta heimsmálið hjá ST, sum snýr seg um reint vatn og reinføri. Vinnandi filmurin hevði heitið "Síðsti dropin".
Næmingarnir, sum gjørdu filmin, eru Anna Katrin Mohr, Anne Greta Jógvansdóttir Hansen, Dávid Æðustein Busk, Eir Aviaya Mikkelsen, Helena Elvadóttir Joensen og Maria Mohr.
Eftir at innkomnu filmarnir høvdu verið vístir í biografsalinum í Havnar Bio, vendi Sigfríður S. Sólsker, útgávuleiðari í Námi, sær til møttu næmingarnar og lærararnar.
- Tit hava við tykkara stuttfilmum víst, hvussu tit hava arbeitt við hesum evni, ítøkiligani og abstrakt, men altíð fakliga viðkomandi, og í onkrum føri eisini stuttliga, har tit leita, eygleiða og fundera í kjallaranum í skúlanum. Onkur annar filmur setur sær fyri at vísa øll elementini, har fótbóltsvøllurin týðuliga fyllir mest, men líðirnar, kirkjan og SMS eisini sleppa við. Vit koma víða, hóast evnið er tað, sum kemur úr krananum, tá vit heima og í skúla koyra hann frá. Henda repeterandi einfeldin sæst aftur. Men vinnarafilmurin letur seg ikki binda niður av nøkrum avmarkingum, segði Sigfríður og fokuseraði á vinnarafilmin.
- Frá byrjan verða vit í ljósi og ljóði drigin inn í eitt ófrættakent horror umhvørvi, sum verður staðfest, tá høvuðspersónurin tekur familjumyndina fram og setur hana í vindeygað. Nú eru vit við og søgan hevur fangað okkum. Tíðindini, sum tey enn lurta eftir, bera boð um, at stongt er fyri vatninunum, og hóast tíggjutúsund eru møtt til mótmæli, vil hin ráðandi fúrstin ella løgmaður ikki luttaka í bandaðari samrøðu.
– So tætt er framtíðin við okkara samtíð. Og tá høvuðspersónurin hevur lagt seg, men hoyrir onkran pikka á dyrnar, er tað ein lítil genta, kanska úr einum fremmandum land, men í hvussu er merkt av sótt. Hon fær einki at drekka, hóast bikarið er tómt. Einki. Og har sleppur søgan okkum, opin og sterk. Hvat er hetta, sum pikkar á dyrnar og vil siga okkum nakað? Her er styrkin í filmiskari frásøgn. Tí vinna næmingarnir í miðlakunnleika B á Kambsdali við stuttfilminum ”Síðsti dropin”, kunngjørdi Sigfríður, og handaði næmingunum og læraranum innrammað heiðurskriv og ein kekk áljóðandi 30.000 krónur.
Um at brúka filmin í undirvísing, segði lærarin, Magni Høgnesen, at endamálið var at leggja eina bundna framleiðslu til rættis.
- Saman við læraranum hava næmingarnir funnið upp á eina fiktiva søgu, sum tekur útgangstøði í stuttfilmskappingini um vatn, sum Nám skipar fyri, í einum framtíðarheimi, har veðurlagsbroytingar hava broytt livikorini hjá fólki í Evropa og serliga í Føroyum. Ástøðið hjá Richard Raskin, sum eru á filmsíðuni á Snar, var í miðdeplinum í menningini av stuttfilminum, har teir sjey tættirnir komu í spæl. Av praktiskum orsøkum, og vegna einklu søgugongdina, varð avgerð tikin um, at filmurin ikki skuldi verða longri enn tríggjar minuttir.
– Eftir filmskappingina er ætlanin, at næmingarnir skulu eftirmeta og fyrihalda seg til, hvussu hinir filmarnir loystu uppgávuna. Ein tanki er eisini, at næmingarnir fáa møguleikan at “petta” filmin sundur fyri síðan at skapa ein alternativan film við somu upptøkum, segði ein vælnøgdur lærari í miðlakunnleika á Kambsdali.
Níggju filmar vóru við í kappingini. Vinnandi filmurin var tríggjar minuttir til longdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald