2024-12-04 07:57
Týsmorgunin klokkan hálvgum átta varð ein bilførari í Hvalba tikin fyri at koyra nógv skjótari, enn loyvt er, og tað kostaði honum koyrikortið.
Hámarksferðin í bygdum øki er 50 kilometrar um tíman, men hesin bilførarin koyrdi heilar 107 kilometrar.
Umframt treytaleysa frádøming av koyrikortinum, fær hann eisini eina bót, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum upplýsir, at seinasta samdøgrið annars hevur verið rættiliga friðarligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald