Afturvendandi tiltakið ”Vit syngja jólini inn í Skála kirkju” verður komandi sunnukvøld kl. 18. Sungnir verða góðir, kendir jólasálmar – bæði eldri og nýggjari – við fjølbroyttum undirspæli, sum lokalir tónleikarar taka sær av.
Eisini fer Anna Jacobsen, uppvaksin á Skála og búsitandi í Leirvík, at hava jólahugleiðingar.
40 ára gomul var hon útlærd sum sjúkrarøktarfrøðingur. Hon hevur fyri tað mesta arbeitt í heimarøktini. Í tveimum umførum hevur hon eisini arbeitt sum sjúkrarøktarfrøðingur í Grønlandi.
Umframt arbeiði, hús og heim, børn og ommubørn, hevur Anna nógv spennandi áhugamál: t.d. at vera í báti, at ganga á fjøllum – hon hevur verið á øllum teimum 340 føroysku fjallatindunum – og so hevur hon eisini í heyst gingið 242 km longu Camino-rutuna í Portugal.
Anna Jacobsen
Streingjakórið í Meinigheitshúsinum á Skála, sum nú í heyst hevði 45 ár á baki, framførir eitt jólalag og syngur harafturat kór-røddir til 4 av teimum 8 felagssálmunum, sum eru á skrá til løtuna.
Tiltakið varir væntandi ein góðan tíma, og aftaná bjóðar kirkjuráðið drekkamunn í hugnaliga kirkjukjallaranum við rísalamangi afturvið.
Fyrireikararnir vóna og vænta, at nógv fólk koma við til hetta jólaliga tiltak, sum er ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald